Skip to main content

Um

Festivalin

NORÐURLENDSKIR TÓNLEIKADAGAR 2021 - RØTUR

Øll Havnin fer at suða av nýggjum Norðurlendskum tónleiki, tá "Norðurlendskir Tónleikadagar" verður hildin fyri fyrstu ferð í Føroyum í døgunum 14. - 17. Apríl 2021.

Handan høvuðsevnið "Røtur" er hugsjón okkara at skapa sterkar, samtíðar upplivingar fyri øll. Í møtinum millum áhoyrararnar og ymisku konsert sniðini, ynskja vit at skapa gróðrarlíkindi fyri, at serstaka føroyska tónleika mentanin og djúpu røturnar hjá luttakandi listafólkunum fara at mennast sínámillum. 

TÓNLEIKUR, LJÓÐ OG TILTØK ALLASTAÐNI

Til Norðurlendsku Tónleikadagarnar 2021, fert tú at hoyra eina ljóð installatión í SMS, hoyra vakurt klokkuspæl onkustaðni í býnum, uppliva elektroniskan tónleik í Havnar kirkju, síggja eina dokumentar operu í Norðurlandahúsinum og tú fert at vera boðin til ljóð og tónleika gongutúrar í Havn og í Kirkjubø. 

Tú kanst eisini kava niðurí film skránna og fara uppí prátið um áhugaverd evni, tengd at tónleikinum og festivalinum, fara uppá gólv og trýna føroyskan dans seinasta kvøldið. Og mangt annað.

Eitt heilt serligt tiltak á festivalinum vera fleiri heimakonsertir - konsertir heima hjá fólki - í fýra ymiskum býlingum í Havn. 

Havnafólk fara at umskapa heim síni til konsertstøð, har áhoyrarar fáa eina inniliga tónleikaløtu við nýggjum Norðurlendskum tónleiki, mati og drekka. 

Ein avgomul siðvenja í Føroyum, tá fólk á smáplassum hittust heima hjá hvørjum øðrum til felagslív.

SAMSTØRV VIÐ FØROYINGAR

Norðurlendsku Tónleikadagarnir 2021 vera hildnir saman við fleiri føroyskum starvsfelagum. Konsertir vera við tónleikarum, ljómliðum og kórum úr Føroyum, eitt nú Aldubáruni, Føroya Symfoni Orkestri, Kingo sangarunum úr Tjørnuvík og kórinum Tarira, væl stuðlað av øðrum Norðurlendskum einleikarum og ljómliðum, eftirsum at vit ynskja at styrkja netverk og samstørv millum tónaskøld og tónleikarar úr øllum Norðanlondum. 

HVØR STENDUR FYRI FESTIVALINUM?

Norðurlendsku Tónleikadagarnir er ein festivalur, sum skal vísa á Norðurlendskan samtíðar tónleik og ljóð. Hesin festivalur hevur verið hildin síðani 1888 og er ein hin elsti festivalur í heiminum við samtíðar klassiskum tónleiki.

Festivalurin er serstakur á tann hátt, at tað eru tónaskøldini sjálvi, ið skipa fyri honum. Á hvørjum ári skiftast ymisku landsfeløgini fyri tónaskøld um, at skipa fyri festivalinum, vegna Felagskapin fyri Norðurlendsk Tónaskøld.

Festivalurin í ár er fyriskipaður av Felagnum Føroysk Tónaskøld og Felagskapinum fyri Donsk Tónaskøld í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

ÚRVALS NEVNDIN

Skráin til Norðurlendsku Tónleikadagarnar 2021 er gjørd eftir úrvali hjá tónaskøldunum Tine Louise Kotermand (Dk), Gunnar Karel Másson (Is), Sunleif Rasmussen (Fo) og umboði fyri áhoyrarar Anne Boukris (Dk)