Tíðindi
Norðurlendskir Tónleikadagar útsettir fyri aðru ferð.

At fyrireika ein altjóða tónleika festival meðan ein heimsfarsótt herjar, er ikki einfalt!
Seinasta heyst vórðu Norðurlendsku Tónleikadagarnir útsettir til apríl í ár, men áhaldandi forboð ímóti at savnast, skerjingar av ferðing og ótryggleiki um hvussu leingi hesar avmarkingar fara at vera galdandi, hevur enn einaferð noytt okkum at umhugsa festival datoirnar av nýggjum.
Vit útseta tí Norðurlendsku Tónleikadagarnar 2021 í Føroyum til heystar - 1 - 4 september - tá vit seta okkum fyri, at leggja festivalin til rættis í so stóran mun sum ætlað.
Fylgið við í tíðindum um festivalin og síggi endaligu skránna á www.nordicmusicdays.org og https://www.facebook.com/nordicmusicdays
Fyrstu fræini sádd.

Í septembur 2020 verða fyrstu fræini sádd undan festivalinum í Apríl 2021. Tvær sera ymiskar verkstovur verða hildnar í Havn við børnum og ungum, ið hava áhuga í at granska tilgongdina, tá tú skalt skapa nýggj ljóð og nýggjan tónleik.
Summer Dream, Fall asleep
Leiklistarliga hugmyndin hjá bólkinum Accompany Summer Dream, Fall Asleep er skapað av Lasse D. Hansen, Mathias Madsen Munch, Rakel Helmsdal og Anna Schulin-Zeuthen.Listafólkini fara at fáa ungar tónleikarar á Musikkskúlanum at taka lut í skrivingini og stigvísu menningini.
Granska verður í, hvussu dreymar kunnu broyta tín hugsunnarhátt - bæði í skapi av surrealistiskum dreymum og lívsbroytandi marrum!
Ungu tónleikararnir fara at luttake sum søgu sigarar, tónleikarar og leiklistafólk í hesi tilgongd, og saman skriva, komponera og pallseta upplivingar úr teirra egnu dreymum og marrum, til eina gandakenda sýning. "Summer Dream, Fall Asleep" hevur fingið íblástur frá og byggir á uppruna søgugongd, ið Rakel Helmsdal hevur skrivað. Sýningin verður framførd á festivalinum í Apríl.
Telda og tónleikur
Á elektronisku verkstovuni, Telda og Tónleikur, fara ung fólk, frá 16 ára aldri og upp, at skapa og framleiða elektroniskan tónleik saman við eini ímynd fyri elektroniskan tónleik í Danmark, Bjørn Svin, sum hevur granskað og bjóðað rútmiska, elektroniska tónleikinum av í nærum 30 ár.
Í tríggjar dagar, fer Bjørn at hjálpa luttakarunum at sniðgeva sítt egna, virtuella ljóðføri, við áherðslu á at framleiða framførslu sinnaðan tónleik.
Verkstovan er fyri øll, ið eru forvitin eftir at skapa elektroniskan tónleik bert við telduni, ella saman við aðrari tónleikaligari útgerð.
Á festivalinum í Apríl, fara summi av hesum úrslitum at vera framførd live á onkrum av festival pallunum.