Skip to main content

Skrá

14.-17. apríl

Mikudagur

Øll Havnin fer at suða av virksemi fyrsta dagin á Norðurlendsku Tónleikadøgunum. Tú fert at uppliva ljóð installatiónir í SMS, Norðurlandahúsinum, Ostahúsinum og niðri á kaiini. Vakurt klokkuspæl fer at hoyrast í býnum og hesin dagur fer at enda við einum frálíkum kvøldar tiltaki í Norðurlandahúsinum, har okkurt verður til matna og songringrásin BEINTA verður framførd - ella kanska vilt tú heldur hyggja at "lumma filmum" eftir ungum føroyingum, við live tónleiki og práti um minnilutar og list á Reinsarínum? Meira kunning fer at koma .....

Torshavn

10:00
Hustle and bustle
SMS
Hustle and bustle

Video installation

Hustle and Bustle (2013) eftir Eygló Harðardóttir, sjónmynda listakvinnu og Ríkharður H. Friðriksson, ljóð sniðgeva.

 

Lokalt - Globalt

Hugsa tær, at uppliva kviku rørslurnar og ymisku ljóðini  av litríka indiska fólkahavinum, uttan at noyðast at fara úr Havnini.  Hetta kann sýnast ov gott at vera satt, men júst hesir eru karmarnir kring video installatiónina Hustle and bustle (2013) , sum  video listakvinnan Eygló Harðadóttir og ljóð sniðgevin Ríkharður H. Fríðriksson hava skapað.  Aftaná ferðabannið summarið 2020, hevur tað kanska stórri týdning enn nakrantíð, at rannsaka ljóðini og myndirnar úr eini mentan, ið er heilt ørvísi enn tín egna.  Installatiónin tekur 6 minuttir og fer at fáa teg at leingjast eftir meira av litríka huglagnum, ið Haðadóttir og Fríðriksson hava skapað.

 

 

11:00
503 Cluster Waves
Á Kaini
503 Cluster Waves

Audiovisual installation 

503 Cluster Waves (2017) eftir Marcus Wrangö

 

At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Hvussu kanst tú skapa tónleik við íblástri og við megini hjá størstu lutunum í alheiminum?  Stjørnuhópar, sum eru greinaðir av røntgen sensorum og fylgisveinum í ringrás kring jørðina, eru íblásturin hjá Marcus Wright til hesa installatión.  Royndarúrslitini frá sensorunum og fylgisveinunum, eru umskapt til ljóð við eini skipan, ið byggir á samanrenning av ljóðbylgju longdum.  Harafturat verða  ljóðini sett saman við eini ljós skipan, og samanrenningin av hesum, fer at geva tær eina fatan av,  hvussu list kann skapast burturúr stórstu lutum, ið til ber at ímynda sær.

 

20:00
Beinta
Norðurlandahúasið
Beinta

Programme

Beinta eftir Anna Katrin Egilstrøð and Allan Gravgaard Madsen

Performers

The Faroese Symphony Orchestra

Røtur

Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum.  Hon var fødd í valaumstøðum í Havn í 18'indu øld, men endaði dagar sínar í armóð, aftaná trý vanlukkulig hjúnaløg við trimum ymiskum prestum.  Síðani deyða hennara í 1752, hevur Beinta verið lýst sum ein ónd kvinna, ið hevði skyldina í ruðuleikunum, ið vóru atvoldin til, at menn hennara doyðu.  Í hesi symfonisku song-ringrás, sum tónaskøldini Anna Katrin Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava smíðað, eru sagnirnar um Beintu snúningspunktið um listarliga rannsókn av fløktu mótsetningunum í huganum. Hetta verk fekk góð ummæli frá donsku miðlunum, tá tað kom út í 2016 og fekk sama árið hægstu viðurkenning frá danska lista grunninum.  Beinta er eitt vakurt verk, bæði fyri roynda áhoyraran og tey, ið ongantíð áður hava verið til eina klassiska konsert.

 

 

Hósdagur

Hósdagurin bjóðar til serstakt tiltak við Múrin í gomlu bygdini Kirkjubø, við nýggjari audio-installatión, gjørd til hetta staðið, Kingo sangi, og einum verki, ið inniheldur postkort! Afturkomin til Havnar, fer týska-íslendska "Ensemble Adapter" at geva viðurkendum eins og nýggjum tónaskøldum møguleikan at fáa síni tónaverk roynd av yrkis tónleikarum. Á Musikkskúlanum fert tú at hoyra úrslitini av verkstovunum við børnum og ungum, og um kvøldið verður ein dokumentar opera um Danska pionerin í etniskari tónleikafrøði, Evald Tang Kristensen, framførd í Norðurlandahúsinum. Um tú vilt uppliva meira, fer sprettandi elektroniski tónleikurin í Tórshavn at ljóma í SIRKUS, ella kanst tú lata teg søkka niður í eitt requiem fyri bráðnandi ís í Havnar kirkju. Meira kunning fer at koma....

Kirkjubøur

12:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Carillon

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist

 At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.

 

16:00
Open MIC við ensemble adapter
Reinsaríðið

 At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Týska-Íslendska Ensemble Adapter eru víða kend fyri at greina samtíðar tónlist á konsertum sínum. Tey ferðast víða um heimin bæði við tilfari, ið ikki er framført áður og nýliga skrivaðum, úrvaldum tilfari - men hesuferð er eingin skrá løgd frammanundan. Ístaðin fyri at spæla eina vanliga konsert, fara Adapter at geva viðurkendum eins og nýggjum tónasmiðum høvi til at hoyra verk síni framførd og roynd av yrkis tónleikarum. Um hetta er fyrstu ferð tú yvirhøvur fert at hoyra eitt veruligt orkestur spæla títt verk,  ella um tú bert ynskir at fáa góð ráð frá viðurkendum tónlista ensemble um eitt solo verk hjá tær, kom inn á gólvið við prentaðu nótunum, og fá Adapter til at framføra tín tónleik. Ljóðførini harpa, klarinettir, slagverk, floytur og elektronisk útgerð verða til taks á pallinum, so tónleikurin hjá tær skal kunnað spælast av einum ella fleiri av hesum ljóðførum. Sjálvandi ert tú eisini vælkomin inn á gólvið bert fyri at lurta.

 

19:00
Skattegraveren
Norðurlandahúsið
Skattegraveren

Programme

Skattegraveren /Skatta Gravarin (2019) eftir Mauro Patricelli

Tey, ið framføra

Signe Asmussen
Mathias Seibæk
Mauro Patricelli
Thommy Andersson
Chano Olskær

Røtur

Skatta Gravarin er ein episk tónleikafrásøgn um Evald Tang Kristensen (1843 - 1929) ið var ein slóðbrótari innan etniska tónleikafrøði. Tang Kristensen savnaði og tók upp á band fólk, ið sungu og søgdu søgur - serliga savnaði hann upptøkur við fólki úr smáplássum í Jútlandi.  Í hesi operu, ið sigur frá lívinum hjá sermerkta Evald Tang Kristensen, blandar tónaskaldið og teksthøvundin Mauro Patricelli, uppruna upptøkur og video, saman við avantgarde tónleiki og klassisku opera siðvenjuni. Opera’in  førir teg aftur til lyngheiðarnar í Jútlandi í árunum kring 1867.

 

 

22:00
In Metal
Sirkus

Programme

In Metal (2019) eftir Esben Nordborg Møller

 Røtur /  At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini.

Málm tónleikurin er rótfestur og til staðar í mentanarliga rákinum í flestu Norðurlondum, og tí er tað ein sjálvfylgja, at ein festivalur, ið er vorðin til fyri at varpa ljós á norðurlendskan tónleik, eisini umfatar og heiðrar tónlistagreinini  tung-málmur. Úr Málmi er eitt verk, sum hevur fingið íblástur frá siðbundna finska tónleikastílinum Hummpa og frá framfýsna tung-málm og deyðs-málm tónleikinum. Verkið Úr Málmi samantvinnar nógv brúkta, avskeplaða distortion guitarljóðið  úr málm tónleikinum við harmoniku tónum, og burturúr hesum fæst eitt ljóð, sum tú neyvan nakrantíð hevur hoyrt fyrr.  Ert tú málm-fjeppari, fært tú eitt frálíkt høvi til at uppliva hugvekjandi dámin, ið samtíðartónleikurin vekir. Meðan áhoyrarar, ið ongantíð hava verið til eina tungmálms konsert, fáa høvi til at uppliva nøtranina av  distorion-fylta  guitarinum, sum tambar og spreingir mørkini fyri hvussu eitt streingjaljóðføri yvirhøvur kann ljóða.

 

 

 

 

Fríggjadagur

Fríggjadagin bjóðar Glasir tær á gátt at síggja úrslitini av samstarvinum ímillum bólkar av næmingum, sum áðrenn festivalin, á ymiskan hátt hava luttikið og viðgjørt evnini á festivalinum. Dámar tær røddir og sang, mást tú fara til konsert hjá kórinum TARIRA, sum framførir norðurlendskan sálma tónleik í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið, verður dentur lagdur á filmstónleik og tónleik til spøl á Reinsarínum, og í PERLUNI fert tú at fáa eitt kvøld við trimum sera ymiskum hugburðum til Norðurlendskan samtíðartónleik - ein av hesum inndregur eitt akvarium! Enda fríggjakvøldið við eini seinari elektroniskari einleikara konsert í Havnar kirkju, framførd av eini ímynd av donskum elektroniskum tónleiki. Meira kunning fer at koma.....

Glasír. Foto: R. Hjortshoj

12:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Carillon

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist

 

At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.

 

Leygardagur

Eitt av høvuðstiltøkunum leygardagin er ein røð av heima konsertum - í fýra ymiskum býlingum í Havn. Havnafólk fara at umskapa heim síni til konserthús, har áhoyrarar fáa eina inniliga tónleikaløtu við nýggjum Norðurlendskum tónleiki, mati og drekka. Dámar tær animatión, kom í Norðurlandahúsið seinnapartin og hygg at norðurlendskum animatiónum fyri allar aldrar - afturvið stórfingnum ljóðbandi ella live tónleiki. Listaskálin fer at vera karmur um ymisk verk, sum føroyska ljómliðið ALDUBÁRAN, fer at framføra. Eitt nýtt verk, har Kingo sangararnir úr Tjørnuvík luttaka, fer at hava heims premieru í Norðurlandahúsinum, og er nakar betur máti at enda festivalin við, enn at øll somul fara upp á gólv.  Meira kunning fer at koma .....

Færøsk hus

12:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Carillon

Sacredness of Trees by Ellen Lindquist

At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.