Skip to main content

Undan tiltøk

Undan tiltøk
Carillon

 

Í døgunum undan almennu setanini, fara fleiri undan tiltøk at geva føroyingum, áðrenn øðrum, eina smakkiroynd av Norðurlendsku Tónleikadøgunum.

Frá 30. august og alla festival vikuna, fara vøkru tónarnir frá verkinum hjá Ellen Lindquist, “Sacredness of Trees”, fyri klokkuspæl, at ljóma frá onkrum nýggjum staði í býnum hvønn dag klokkan 13.  Hetta fer at seta dám á og bera boð um, at Norðurlendsku Tónleikadagaranir eru í býnum.

Men onnur tiltøk vera eisini:

 

28 August at 1 PM Kirkjubøur - The sounds of the cathedral ruins

Okkurt heilt sjáldsamt fer at henda við Kirkjubømúrin leygardagin. Í Kirkjubø standa leivdirnar av  gotiskari dómkirkju.   Seinnapartin henda hósdagin, fer eitt sertakt verk at vera framført í gamla Kirkjubø Múrinum.  Múrurin er tekin um fornu tignina, ið einaferð varð yvir hesum stað og hevur givið listakvinnuni Nicole Bitsch Pedersen íblástur til at skapa audio-installatiónina, sum fer at lata klokkurnar ringja yvir staðin enn einaferð og soleiðis geva leivdunum av gomlu dómkirkjuni nýggjan dám.

Tá tónaskalda duoin LydPort var í listabústaði, granskaðu tey Kingosang, sum er serstakur sálma sangur nær tengdur at føroysku kirkjusøguni. LydPort hevur  rannsakað eginleikarnar í siðbundna acapella sangháttinum og hava brúkt úrslitini av rannsóknini til at skapa eitt nýtt tónaverk við Kingo sangarum og elektroniskum tónleiki.  Tónaverkið sameinir heilaga dámin frá staðnum og sangmentanini, sum bæði  Kirkjubømúrurin og  Kingo sangurin bera í sær, og setir hetta saman við nútímans upptøkuteknikki og yrkingum um liviháttin hjá fólki, ið nú búgva í hesum umhvørvi.  Listafólkini í LydPort eru  Mai Ane Pil Siedentopp, og Morten Schmidt.

Tónaskaldið Elin Gunnlaugsdóttir hevur givið sær stundir til eitt, í talgildu øld okkara, so sjáldsamt fyribrigdi, sum at skriva postkort. Hesi postkort eru merkisverd. Bæði tí at tey eru fysisk brøv frá einum fólki til eitt annað í eini tíð, tá samskifti á alnótini er vanligasti mátin at koma í samband við onnur, men eisni tí at postkortini eru  nótaørk í verki hennara Circles of Sounds. Hepnu móttakararnir av hesum persónligu postkortunum eru ein sangari, ein slagverkleikari og ein oboleikari.  Trioin fer at spæla úr postkortunum í undrunarverda umhvørvinum í Kirkjubø.

Henda skrá verður tikin uppaftur hósdagin á festivalinum.

SKRÁ

 

Framførsla

Jensina Olsen, sangari
Jan Rúni Poulsen, slagverk
NN, obo
Lyd Port og Kingo sangar

29. august klokkan 17 í Norðurlandahúsinum - A Faroese Tale

Ljóð installatiónin, A Faroese Tale, eftir ljóð listamannin Franc Ross Adams og elektroniska tónleikaran Bjørn Svin, fer hvønn dag at verða spæld í Norðurlandahúsinum.

A Faroese Tale er ein surrealistisk ljóð-kollaga, har  ljóðið av føroyska veruleikanum umskapast til tónleikaliga abstraktión. Sunnudagin fer Bjørn Svin at gera eitt beinleiðis ljóðbland av installatiónini, har hann setir veruleika upptøkurnar inn í tónleikaligan samanhang.

SKRÁ
A Faroese Tale

PERFORMER
Bjørn Svin


 

31. august klokkan 15.30 á Reinsarínum - Open Mic við Ensemble Adapter

Ensemble Adapter fara at skipa fyri  fyrstu Open Mic verkstovu teirra í Havn.

Eitt tiltak, har Týska-Íslendska orkestrið gevur viðurkendum eins og nýggjum tónaskøldum møguleikan at fáa síni verk framførd av yrkis tónleikarum.

Kom framvið við tínum nótabløðum ella støkk inn á gólvið at lurta.

31 August klokkan 21.00 PERLAN - Operation Valentine

11. apríl 1940 vóru Føroyar hersettar av Bretska hervaldinum. Tó at talan var um eina friðaliga herseting, ið bar heitið "Operation Valentine" so legði hon stór spor eftir seg. Leikbólkurin "Det Ferösche Compagnie" setti hesa søguligu hending á breddan í 2015, tá ið 75 ár vóru liðin, og lótu hendingina í ein leiklistarligan búnað í Sjónleikarhúsinum í Tórshavn. Framleiðarin og tónleikarin Jens L. Thomsen gjørdi ljóðmyndina til leikin og burtur úr hesum tilfarinum eru nú bæði ein vinyl pláta og ein framførsla tøk.

"Operation Valentine" er ein audiovisuella tónleikaframførslu, sum tulkar bretsku hersetingina av Føroyum undir øðrum heimsbardaga. Hetta var ein tíð við stórum kensluligum rembingum. Hersetingin kollvelti gerandislívið frá degi til dags, og eins og í einum framtíðarfilmi kom nútíðin bóltandi inn yvir føroyingar uttanífrá og gav teimum rákan av nýkomnum frælsi, bæði persónligum, fíggjarligum og politiskum. "Operation Valentine" er tó ikki ein søgulig lýsing men heldur ein lýsing av, hvussu hetta tíðarskeiðið kendist sálarliga. Tað er Jens L. Thomsen, ið hevur skrivað og framleitt tónleikin, og Kirstin Helgadóttir hevur staðið fyri grafiska og visuella tilfarinum.