Skip to main content

Skrá

1.- 4. September

Mikudagur

Øll Havnin fer at suða av virksemi fyrsta dagin á Norðurlendsku Tónleikadøgunum. Tú fert at uppliva ljóð installatiónir í Norðurlandahúsinum, Ostahúsinum og niðri á kaiini. Vakurt klokkuspæl fer at hoyrast í býnum og hesin dagur fer at enda við einum frálíkum kvøldar tiltaki í Norðurlandahúsinum, har okkurt verður til matna og songringrásin BEINTA verður framførd - ella kanska vilt tú heldur hyggja at "lumma filmum" eftir ungum føroyingum, við live tónleiki og práti um minnilutar og list á Reinsarínum? Meira kunning fer at koma .....

Torshavn

10:00
Ljóð og myndlista installatiónir
ymisk støð í Havn
Hustle and Bustle

Audiovisual installations

Installatiónirnar verða sýndar hvønn dag á festivalinum.

Ókeypis atgongd.

Tema: Røtur/Hitt teg sjálvan ígjøgnum hini/Lokalt - Globalt

Fyri at tú kanst fáa eina smakkiroynd av fjølbroytta og skapandi  pallinum av ljóð og myndlista installatiónum, sum blómar og er nógv frammi í tíðini, fara fleiri installatiónir at vera vístar á øllum festivalinum  ymisk støð í Havn.

Hustle and Bustle
Hugsa tær, at uppliva kviku rørslurnar og ymisku ljóðini  av litríka indiska fólkahavinum, uttan at noyðast at fara úr Havnini.  Hetta kann sýnast ov gott at vera satt, men júst hesir eru karmarnir kring video installatiónina Hustle and bustle (2013) , sum  video listakvinnan Eygló Harðadóttir og ljóð sniðgevin Ríkharður H. Fríðriksson hava skapað.  Aftaná ferðabannið summarið 2020, hevur tað kanska stórri týdning enn nakrantíð, at rannsaka ljóðini og myndirnar úr eini mentan, ið er heilt ørvísi enn tín egna.  Installatiónin tekur 6 minuttir og fer at fáa teg at leingjast eftir meira av litríka huglagnum, ið Haðadóttir og Fríðriksson hava skapað.

A Faroese Tale
Hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu  Føroyar høvdu  ljóðað,  tókst tú tær upp á band og blandaði tær saman  við elektroniskum tónleiki?  Líkamikið um  tú svarar ja ella nei, so kanst tú nú fáa eitt heilt serstakt og einastandandi høvi at uppliva hetta. Ljóðinstallatiónin A Faroese Tale , blandar  nútíðar elektroniska tónleikin hjá danska tónleikaframleiðaranum Bjørn Svin, saman við vakurt samansettu økis upptøkunum og ljóð- sniðgevingini hjá Ross Adams, ljóðtøkningi úr Stóra Bretlandi/Keypmannahavn. 

Sounds of Doubt 
Sounds of Doubt (Ivandi ljóð) er úrslitið av verkstovu, har íslendska listakvinnan Thuridur Jónsdóttir hitti fólk úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum, fyri at skifta orð um  minnir, hvørjum hesi eru gjørd av, og hvussu vit, við ljóði, kanska kunnu fáa gloymd minni at vakna aftur. Installatiónin hjá Thuridur er loyndarfult og hugvekjandi listaverk, ið fær teg at grunda um fortíðina, nútíðina og framtíðina.

Nordic Grammar
Hugsa tær at tú kemur til eitt manntómt hús og fert at liva lívini hjá teimum, ið einaferð búðu her í tínum nýggja heimi. Hóast tú ongantíð hevur hitt tey,  tekur tú við har tey sleptu og gerst til hesi fólk heldur enn tú sjálv/ur.  Hetta er hugskotið handan listaverkið Nordic Grammar  hjá Olgu Szymula. Tað fer  at renna kalt niður eftir bakinum á tær, tá inniliga røddin hjá Olgu og ljóðini, úr manntóma húsinum, blendast saman við tað tú sært á myndunum. 

503 Cluster Waves 
Hvussu kanst tú skapa tónleik við íblástri og við megini hjá størstu lutunum í alheiminum?  Stjørnuhópar, sum eru greinaðir av røntgen sensorum og fylgisveinum í ringrás kring jørðina, eru íblásturin hjá Marcus Wright til hesa installatión.  Royndarúrslitini frá sensorunum og fylgisveinunum, eru umskapt til ljóð við eini skipan, ið byggir á samanrenning av ljóðbylgju longdum.  Harafturat verða  ljóðini sett saman við eini ljós skipan, og samanrenningin av hesum, fer at geva tær eina fatan av,  hvussu list kann skapast burturúr stórstu lutum, ið til ber at ímynda sær.

When I was 28 I was obsessed with staging deaths 
Hvussu hevði tað sæð út, um eg pallsetti mín egna deyða í ymiskum umhvørvum? Hetta hevur fjølistakvinnan Olga Szymula, spurt seg sjálva fleiri ferðir.  Seinastu tvey árini, hevur Szymula pallsett sín egna deyða í ymiskum umhvørvum, í ymiskum londum. Eitt nú í heimlandi sínum Póllandi, í Bosnia og í Íslandi. Úrslitið av  listaligu pallsetingunum, er henda audiovisuella installatión, har Szymula fer at vísa, hvussu hennara livandi kroppur fleiri ferð er deyður. 

 

10:00
Hustle and bustle
Tutl records
Hustle and bustle

Video installation

Hustle and Bustle (2013) eftir Eygló Harðardóttir, sjónmynda listakvinnu og Ríkharður H. Friðriksson, ljóð sniðgeva.

 

Lokalt - Globalt

Hugsa tær, at uppliva kviku rørslurnar og ymisku ljóðini  av litríka indiska fólkahavinum, uttan at noyðast at fara úr Havnini.  Hetta kann sýnast ov gott at vera satt, men júst hesir eru karmarnir kring video installatiónina Hustle and bustle (2013) , sum  video listakvinnan Eygló Harðadóttir og ljóð sniðgevin Ríkharður H. Fríðriksson hava skapað.  Aftaná ferðabannið summarið 2020, hevur tað kanska stórri týdning enn nakrantíð, at rannsaka ljóðini og myndirnar úr eini mentan, ið er heilt ørvísi enn tín egna.  Installatiónin tekur 6 minuttir og fer at fáa teg at leingjast eftir meira av litríka huglagnum, ið Haðadóttir og Fríðriksson hava skapað.

 

 

11:00
503 Cluster Waves
Á Kaini
503 Cluster Waves

Audiovisual installation 

503 Cluster Waves (2017) eftir Marcus Wrangö

 

At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Hvussu kanst tú skapa tónleik við íblástri og við megini hjá størstu lutunum í alheiminum?  Stjørnuhópar, sum eru greinaðir av røntgen sensorum og fylgisveinum í ringrás kring jørðina, eru íblásturin hjá Marcus Wright til hesa installatión.  Royndarúrslitini frá sensorunum og fylgisveinunum, eru umskapt til ljóð við eini skipan, ið byggir á samanrenning av ljóðbylgju longdum.  Harafturat verða  ljóðini sett saman við eini ljós skipan, og samanrenningin av hesum, fer at geva tær eina fatan av,  hvussu list kann skapast burturúr stórstu lutum, ið til ber at ímynda sær.

 

13:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

KONSERT VIÐ KLOKKUSPÆLI

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist
 

LEIKARI

Vegar Sandholt

Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. 

 

20:00
Beinta
Norðurlandahúasið

Tema: Røtur

Beinta er ivaleyst kendasta søguliga kvinnan í Føroyum.  Hon var fødd í valaumstøðum í Havn í 18'indu øld, men endaði dagar sínar í armóð, aftaná trý vanlukkulig hjúnaløg við trimum ymiskum prestum.  Síðani deyða hennara í 1752, hevur Beinta verið lýst sum ein ónd kvinna, ið hevði skyldina í ruðuleikunum, ið vóru atvoldin til, at menn hennara doyðu.  Í hesi symfonisku song-ringrás, sum tónaskøldini Anna Katrin Egilstrøð og Allan Gravgaard Madsen hava smíðað, eru sagnirnar um Beintu snúningspunktið um listarliga rannsókn av fløktu mótsetningunum í huganum. Hetta verk fekk góð ummæli frá donsku miðlunum, tá tað kom út í 2016 og fekk sama árið hægstu viðurkenning frá danska lista grunninum.  Beinta er eitt vakurt verk, bæði fyri roynda áhoyraran og tey, ið ongantíð áður hava verið til eina klassiska konsert.

 

 

Hósdagur

Hósdagurin bjóðar til serstakt tiltak við Múrin í gomlu bygdini Kirkjubø, við nýggjari audio-installatión, gjørd til hetta staðið, Kingo sangi, og einum verki, ið inniheldur postkort! Afturkomin til Havnar, fer týska-íslendska "Ensemble Adapter" at geva viðurkendum eins og nýggjum tónaskøldum møguleikan at fáa síni tónaverk roynd av yrkis tónleikarum. Á Musikkskúlanum fert tú at hoyra úrslitini av verkstovunum við børnum og ungum, og um kvøldið verður ein dokumentar opera um Danska pionerin í etniskari tónleikafrøði, Evald Tang Kristensen, framførd í Norðurlandahúsinum. Um tú vilt uppliva meira, fer sprettandi elektroniski tónleikurin í Tórshavn at ljóma í SIRKUS, ella kanst tú lata teg søkka niður í eitt requiem fyri bráðnandi ís í Havnar kirkju. Meira kunning fer at koma....

Kirkjubøur

10:00
Symphonies of Toy Instruments
Musikskúlin
Symphonies of Toy Instruments

Programme

Norðurlendsku Tónleikadagarnir eru ein festivalur fyri fólk í øllum aldrum; sjálvandi eisini fyri børnunum, og tí hava vit valt at ogna barnagarðbørnum í Tórshavnar Kommunu eina konsert. Fyrsti parturin er eitt violin-solo-stykki skrivað av svenska tónaskaldinum Jenny Hettne. Hon hevur fingið íblástur frá einum svenskum fólkalagi, sum hon hevur blandað saman við nútímans elektroniskari tøkni, fyri at gamla tíðin kann  møta  nýggju tíðini.  Harafturat fekk hon eisini íblástur frá myrku vetrarkvøldunum og nætrunum, meðan dóttir hennara lá og svav. Samanumtikið skapar hetta eitt dragandi ljóð, ið blandar kendu norðurlendsku fólkaløgini við polka dansi tónum og nútímans elektriskari útgerð.

Annar partur er onki minni enn ein symfoni!  Men hetta er ikki ein vanlig symfoni.  Tónaskaldið Fabian Svensson hevur smíða eina heila symfoni, passaliga langa fyri áhoyrararnar, har øll ljóðførini eru leikur.  Sjálvandi er hetta eitt dømi um, at tað bara er hugflogið, sum steðgar tær, tá tú skalt finna nýggjar mátar at skapa ljóð og brúka tey í  tónleikinum.  Kanska fara summi av børnunum, tá tey koma aftur í barnagarðin, at gera sína egnu symfoni, aftaná at tey hava uppliva, hvussu leikur kunnu gerast rættilig ljóðføri.

13:00
Sounds of the Cathedral Ruins
Kirkjubøur church ruin
Kirkjubøur

Skrá

 

Framførsla

Jensina Olsen, sangari
Jan Rúni Poulsen, slagverk
NN, obo

Lyd Port og Kingo sangarar

 

Tema: Røtur/Hitt teg sjálvan ígjøgnum hini.

Norðurlendsku Tónleika Dagarnir í Føroyum, er ein festivalur, ið ikki bert fer fram í Tórshavn. Vit hava víðkað økið, til eisini at umfata søguligu bygdina Kirkjubø, sum var høvuðstaður í Føroyum undan trúbótini, mitt í 16’undu øld. Í Kirkjubø standa leivdirnar av  gotiskari dómkirkju.   Seinnapartin henda hósdagin, fer eitt sertakt verk at vera framført í gamla Kirkjubø Múrinum.  Múrurin er tekin um fornu tignina, ið einaferð varð yvir hesum stað og hevur givið listakvinnuni Nicole Bitsch Pedersen íblástur til at skapa audio-installatiónina, sum fer at lata klokkurnar ringja yvir staðin enn einaferð og soleiðis geva leivdunum av gomlu dómkirkjuni nýggjan dám.

Tá tónaskalda duoin LydPort var í listabústaði, granskaðu tey Kingosang, sum er serstakur sálma sangur nær tengdur at føroysku kirkjusøguni. LydPort hevur  rannsakað eginleikarnar í siðbundna acapella sangháttinum og hava brúkt úrslitini av rannsóknini til at skapa eitt nýtt tónaverk við Kingo sangarum og elektroniskum tónleiki.  Tónaverkið sameinir heilaga dámin frá staðnum og sangmentanini, sum bæði  Kirkjubømúrurin og  Kingo sangurin bera í sær, og setir hetta saman við nútímans upptøkuteknikki og yrkingum um liviháttin hjá fólki, ið nú búgva í hesum umhvørvi.  Listafólkini í LydPort eru  Mai Ane Pil Siedentopp, og Morten Schmidt.

Tónaskaldið Elin Gunnlaugsdóttir hevur givið sær stundir til eitt, í talgildu øld okkara, so sjáldsamt fyribrigdi, sum at skriva postkort. Hesi postkort eru merkisverd. Bæði tí at tey eru fysisk brøv frá einum fólki til eitt annað í eini tíð, tá samskifti á alnótini er vanligasti mátin at koma í samband við onnur, men eisni tí at postkortini eru  nótaørk í verki hennara Circles of Sounds. Hepnu móttakararnir av hesum persónligu postkortunum eru ein sangari, ein slagverkleikari og ein oboleikari.  Trioin fer at spæla úr postkortunum í undrunarverda umhvørvinum í Kirkjubø.

 

13:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Konsert við Klokkuspæli

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist
 

Leikari

Vegar Sandholt

 Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.

 

16:00
Open MIC við ensemble adapter
Reinsaríðið

 Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Týska-Íslendska Ensemble Adapter eru víða kend fyri at greina samtíðar tónlist á konsertum sínum. Tey ferðast víða um heimin bæði við tilfari, ið ikki er framført áður og nýliga skrivaðum, úrvaldum tilfari - men hesuferð er eingin skrá løgd frammanundan. Ístaðin fyri at spæla eina vanliga konsert, fara Adapter at geva viðurkendum eins og nýggjum tónasmiðum høvi til at hoyra verk síni framførd og roynd av yrkis tónleikarum. Um hetta er fyrstu ferð tú yvirhøvur fert at hoyra eitt veruligt orkestur spæla títt verk,  ella um tú bert ynskir at fáa góð ráð frá viðurkendum tónlista ensemble um eitt solo verk hjá tær, kom inn á gólvið við prentaðu nótunum, og fá Adapter til at framføra tín tónleik. Ljóðførini harpa, klarinettir, slagverk, floytur og elektronisk útgerð verða til taks á pallinum, so tónleikurin hjá tær skal kunnað spælast av einum ella fleiri av hesum ljóðførum. Sjálvandi ert tú eisini vælkomin inn á gólvið bert fyri at lurta.

 

16:30
Hryn - Floytu næmingar og lærarar teirra
Tórshavnar Musikskúli
Tværfløjte

Skrá

Hryn (2016) eftir Karsten Brustad  
 

Leikandi

Floytu næmingar og lærarar teirra.

Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini/ Nýggjur tónleikur til ungar næmingar

Við at broyta mátan, ein floytuspælari spælir á floytuna, miðar tónaskaldið Karsten Brustad eftir at vísa ungu floytu næmingunum á nýggjar hættir at fáa ljóð úr ljóðføri sínum. Navnið á verkinum, Hryn, er gamalt norrønt orð, ið leysliga kann týðast til at floyma, falla og ljóða. Kenslan av hesum, at floyma og at ljóða, er allatíðina hjástødd í verkinum, tá næmingar og lærarar uppdaga, improvisera og flyta seg kroppsliga meðan tey framføra.  Hryn er bæði ein samrøða millum floytuspælarar, eitt skifti í hugsunnarháttinum um ljóðførið floytuna og ein innleiðsla til næmingarnar í samtíðar tónleiki.

17:00
Summerdream, fall asleep
Tórshavnar Musikskúli
Summer dream

Programme

Summer Dream, Fall Asleep (2021) eftir Lasse D. HansenMathias Madsen Munch, Anna Schulin-Zeuthen, Rakel Helmsdal og børnum úr Tórshavnar Musikkskúla.

Leiklistarliga hugmyndin hjá bólkinum Accompany Summer Dream, Fall Asleep er skapað av Lasse D. Hansen, Mathias Madsen Munch, Rakel Helmsdal og Anna Schulin-Zeuthen.Listafólkini fara at fáa ungar tónleikarar á Musikkskúlanum at taka lut í skrivingini og stigvísu menningini.

Granska verður í, hvussu dreymar kunnu broyta tín hugsunnarhátt - bæði í skapi av surrealistiskum dreymum og lívsbroytandi marrum!

Ungu tónleikararnir fara at luttake sum søgu sigarar, tónleikarar og leiklistafólk í hesi tilgongd, og saman skriva, komponera og pallseta upplivingar úr teirra egnu dreymum og marrum, til eina gandakenda sýning. "Summer Dream, Fall Asleep" hevur fingið íblástur frá og byggir á uppruna søgugongd, ið Rakel Helmsdal hevur skrivað.

19:00
Skattegraveren
Norðurlandahúsið
Skattegraveren

Programme

Skattegraveren /Skatta Gravarin (2019) eftir Mauro Patricelli

Tey, ið framføra

Signe Asmussen
Mathias Seibæk
Mauro Patricelli
Thommy Andersson
Chano Olskær

Tema: Røtur

Skatta Gravarin er ein episk tónleikafrásøgn um Evald Tang Kristensen (1843 - 1929) ið var ein slóðbrótari innan etniska tónleikafrøði. Tang Kristensen savnaði og tók upp á band fólk, ið sungu og søgdu søgur - serliga savnaði hann upptøkur við fólki úr smáplássum í Jútlandi.  Í hesi operu, ið sigur frá lívinum hjá sermerkta Evald Tang Kristensen, blandar tónaskaldið og teksthøvundin Mauro Patricelli, uppruna upptøkur og video, saman við avantgarde tónleiki og klassisku opera siðvenjuni. Opera’in  førir teg aftur til lyngheiðarnar í Jútlandi í árunum kring 1867.

 

 

22:00
Requiem for melting ice VI
Havnar Kirkja
Melting ice

Skrá

Requiem for Melting Ice VI (2021) av Gunnar Kristinsson and Úlfar Ingi Haraldsson  
 

Leikandi

Úlfar Ingi Haraldssoncontrabass, electric bass and electronics
Gunnar Kristinsson, percussion, keyboards and voice
Claudia Picenoni, theatrical performance artist

Tema: Globalt/Lokalt

Hugskotið handan hetta "Requiem for Melting Ice" kom, tá  tónasmiðurin Gunnar Kristinsson, ið býr í Týsklandi, vitjaði heimlandið Ísland. Krisitinsson sá, hvussu jøklar gingu undir orsaka av veðurlagsbroytingunum. Hetta fekk hann at hugsa um deyðan hjá hesum stórbæru ís blokkum. Hetta rekviem, sum er skapt saman við Úlfari Inga Haraldsyni, hevur verið framført í fleiri ymiskum formum og í hesum nýggja formi, fara vit at uppliva komponeraðan tónleik, improvisatión og visuellar tættir av skulpturi og video,  og soleiðis beina hugan inn á høvuðsendamálið við listaverkinum  - ræðuligu fylgjurnar av vakstrarhúsárini og dálking, ið er ein vaksandi hóttan ímóti lívið á jørðini.

 

22:00
Open Electronic Night
Sirkus
Open electronic night

Skrá

  • In Metal (2019) eftir Esben Nordborg Møller
  • Elektroniskur tónleikur við føroyskum tónleikarum – names TBA


TEY, IÐ FRAMFØRA

km2 duo

Alex Tentor

Tema: Røtur/Hitt teg sjálvan ígjøgnum hini

Undan festivalinum hava Norðurlendsku Tóneleikadagarnir skipað fyri verkstovum við elektroniskum tónleiki í Tórshavn, saman við roynda tónleikaranum og framleiðaranum Bjørn Svin. Luttakararnir í verkstovuni eru allir tónleikarar hiðani, sum hava rannsaka teirra egnu leið inn í elektroniska tónleikin, og hetta kvøldið fara nøkur teirra at framføra egin verk - ein einastandani møguleiki at uppliva tónar úr spírandi elektroniska tónlista umhvørvinum í Tórshavn.

Tó byrjar hetta kvøldið við eini heilt aðrari tónlista grein. In Metal av danska tónskaldinum Esben Nordborg Møller, er eitt verk, sum hevur fingið íblástur frá siðbundna finska tónleika stílinum Humpa og frá framfýsna tung-málm og deyðs-málm tónleikinum. Her verður avskeplaða distortion guitar ljóðið, ið er vanligt innan tungmálms tónleikin, blandað saman við harmoniku tónum.  In Metal  fer at ljóða sum okkurt tú neyvan nakrantíð hevur hoyrt fyrr.  Ert tú tung-málms fjeppari, fært tú eitt frálíkt høvi til at uppliva hugvekjandi dámin, ið samtíðartónleikurin vekir. Ímeðan áhoyrarar, ið ongantíð fyrr hava verið til eina tung-málms konsert, sleppa at uppliva nøtrandi megina frá distortion fylta guitarinum, sum tambar og spreingir mørkini fyri hvussu eitt streingjaljóðføri yvirhøvur kann ljóða.

 

 

 

 

 

Fríggjadagur

Fríggjadagin bjóðar Glasir tær á gátt at síggja úrslitini av samstarvinum ímillum bólkar av næmingum, sum áðrenn festivalin, á ymiskan hátt hava luttikið og viðgjørt evnini á festivalinum. Dámar tær røddir og sang, mást tú fara til konsert hjá kórinum TARIRA, sum framførir norðurlendskan sálma tónleik í Norðurlandahúsinum. Um kvøldið, verður dentur lagdur á filmstónleik og tónleik til spøl á Reinsarínum, og í PERLUNI fert tú at fáa eitt kvøld við trimum sera ymiskum hugburðum til Norðurlendskan samtíðartónleik - ein av hesum inndregur eitt akvarium! Enda fríggjakvøldið við eini seinari elektroniskari einleikara konsert í Havnar kirkju, framførd av eini ímynd av donskum elektroniskum tónleiki. Meira kunning fer at koma.....

Glasír. Foto: R. Hjortshoj

10:00
Waves
The Nordic House

Tey leikandi

Yngvild Vivja Haalund Ruud, harmonika
Julius Ditlevsen, floyta
Svafa þórhallsdóttir, sangur/ forteljing á føroyskum

 

 

 

 

Røtur

Ljóðið av vatni og ljóðið av sjónum eru høvuðsevnini í hesum samvirkandi og fangandi tónleika ævintýrinum fyri 2-6 ára gomlum børnum. Við føroyskum søgnum, fer syngjandi søguforteljarin, tónaskaldið Svafa Thórhaldsdóttir sjálv, at brúka søguna til at leiða børnini  ígjøgnum samvirkandi og fangandi løtur.  Tey fara at kenna tað, sum  eru tey mitt inní eini frumsagnar søguverð, har hvørt ljóðføri  ímyndar eitt loyndarfult stað, ið børnini kunnu vitja.

 

 

13:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Konsert við Klokkuspæli

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist
 

Leikari

Vegar Sandholt

 

Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.

 

22:00
Faulty waterwork
PERLAN/Reinsaríið
Faulty waterwork

Skrá

Leikarar

KATA
Anna Katrin Egilstrøð
and others TBA

Tema: Røtur/ Hitt teg sjálvan ígjøgnum hini

Eitt kvinnnukór, eitt akvarium og ein frumframførsla er okkurt av tilfarinum borðreitt verður við hetta serliga fríggjakvøld í PERLUNI.  Eitt kvøld, ið er býtt sundur í tríggjar smáar konsertir - umframt okkurt óvæntað….

Kvinnukórið KATA fer at framføra siðbundnar føroyskar sangir, hvørs løg  Marianna Clausen hevur savnað og givið út. Marianna savnaði og skrivaði túsundatals frábrigdi av føroyskum fólka og sálma sangi úr gomlum upptøkum, summar av teimum heilt afturi frá 1902. Tær fimm røddirnar í KATA fara at syngja gamlar spennandi og stuttligar søgur fyri okkum.

Eitt akvarium, ymisk tól, livandi ljós og elektronikkur fara at vera á pallinum saman við tveimum leikarum í samvirknu installatiónini Faulyt Waterwork/Ófullkomið Vatnverk eftir Loic Destremau.  Vatnið og ljósið spæla ímóti hvørjum øðrum, men í eini tilgongd, har ljóð og grundevni teirra trýna á pallin - forstyrkt av vatnskorpu og undirvatns mikrofonum, sum út í æsir fanga minsta ljómin.  Í framførsluni kemur elektronikkurin inn yvir, sum eitt fremmant grundevni, tá ljóðførið verður  bygt og handfarið av leikarunum, líka til ljóðførið spælir sum ein sjálvstýrandi eind.

Eitt nýtt verk, skrivað og framført av Onnu Katrin Egilstrøð, fer at hava heimsfrumframførslu hetta kvøld - og einaferð um kvøldið - ongin veit nær - fer okkurt serstakliga óvæntað at henda….


 

22:30
Sein konsert við Bjørn Svin
Havnar Kirkja
Bjørn Svin

Skrá:

Tema: Hitt teg sjálvan ígjøgnum hini

Bjørn Svin hevur sínar røtur í tekno tónleikinum frá níti árunum. Við djúpari persónligari tilgongd, hevur hann granskað og bjóðað rútmiska, elektroniska tónleikinum av í næstan 30 ár og er vorðin ein ímynd á elektroniska tónleikapallinum í Danmark, við fjepparum úr øllum Europa. 

Sum  partur av festivalinum og áðrenn festivalin, hevur Bjørn arbeitt saman við evnaligum ungum fólkum úr Havn, sum hava áhuga í at skapa og framleiða elektroniskan tónleik; men á hesi konsertini, seint á kvøldi í Havnar Kirkju, er Bjørn einsamallur, og vit kunnu væntu okkum eina undrunarverda og hugvekjandi solo framførslu.

 

 

Leygardagur

Eitt av høvuðstiltøkunum leygardagin er ein røð av heima konsertum - í fýra ymiskum býlingum í Havn. Havnafólk fara at umskapa heim síni til konserthús, har áhoyrarar fáa eina inniliga tónleikaløtu við nýggjum Norðurlendskum tónleiki, mati og drekka. Dámar tær animatión, kom í Norðurlandahúsið seinnapartin og hygg at norðurlendskum animatiónum fyri allar aldrar - afturvið stórfingnum ljóðbandi ella live tónleiki. Listaskálin fer at vera karmur um ymisk verk, sum føroyska ljómliðið ALDUBÁRAN, fer at framføra. Eitt nýtt verk, har Kingo sangararnir úr Tjørnuvík luttaka, fer at hava heims premieru í Norðurlandahúsinum, og er nakar betur máti at enda festivalin við, enn at øll somul fara upp á gólv.  Meira kunning fer at koma .....

Færøsk hus

11:30
Wetlands
Havnar Kirkja
Wetlands

Tey leikandi

TARIRA 
Paula Danielsen, sopran 
Jón Festirstein, violin

 

 

Tema: Lokalt-Globalt, Røtur

Fá tær eina fríløtu frá leygardags handilstúrinum, og lat sveimandi røddirnar føra teg burtur hesa leygardags matiné.

Kór tónleikurin, Wetlands, eftir Signe Lykke, byggir á aldandi sjógvin við Vaðilhavið, sum tvær ferðir um dagin fløðir inn yvir flata og oydna landslagið frá vesturstrond Danmarkar og niður til Týsklands, og síðani streymar burtur og letir eftir seg ómetaliga tóma vátlendi. Sjáldsami og stóri munurin millum flóð og fjøru, hevur givið hesum rákinum tónleikaligt skap.  Øtiliga valdið á himmalhválvinum yvir stilla, fjarðandi sjónum fær skap í kyrru røddunum og bríkslan.

Kámu, kviku rútmunnar ímynda óvæntaðu rørslurnar í havinum, tá tað fløðir yvir flata vátlendið. 

Røddir og violin ganga lið um lið, saman, í tónleikinum Soai vácciiga buohtalaga (Tey gingu við um lið) eftir  Outi Tarkiainen við teksti úr eini yrking hjá samiska høvundanum Rauni Magga Lukkari. Yrkingin sigur hugtakandi frá mangan yvitnátúrliga samlagnum, sum er ímillum møðgur og døtur. Í gloppinum, ið uppstendur millum røddina og violinina, kannst tú kenna tigandi vitanina, hugarenslið og viðbreknu innaru røddirnar á ættmøðrum okkara….

 

 

 

 

13:00
Heima konsertir
ymisk støð í Havn
House Concerts

Skrá

TBA

Eitt serligt tiltak á festivalinum, eru fleiri heima konsertir - konsertir heima hjá fólki - ymsa staðni runt í havnini.  Havnafólk fara at skapa heim síni um til konserthús, har áhoyrarar fáa eina inniliga konsert uppliving við nýggjum Norðurlendskum tónleiki, mati og drekka.  Ein avgomul siðvenja í Føroyum, tá fólk á smáplassum hittust til felagslív heima hjá hvørjum øðrum.

Avmarkað pláss er til hvørja konsert, tí ráða vit til at tygum keypa atgongumerki í góðari tíð.

Meira kunning um konsertinar og um hvussu tygum fáa  atgongumerki verður lýst í 2021….

 

 

13:00
Sacredness of Trees
TBA
Carillon

Konsert við klokkuspæli

Sacredness of Trees eftir Ellen Lindquist
 

Leikari

Vegar Sandholt

Tema: At hitta seg sjálvan ígjøgnum hini

Allar siðvenjur hava eina byrjan. Í ár ætla við at byrja eina nýggja siðvenju, tí vit hava gjørt av, at lata vøkru tónarnar úr verkinum hjá Ellen Lindquist, Heilagu Trøini seta sín dám á, at Norðurlendksu Tónleikadagarnir eru í býnum - júst sum verkið gjørdi í 2019, tá Norðurlendsku Tónleikadagarnir vóru hildnir í Bodø í Noregi.  Tá Lindquist skrivaði verkið, fekk hon íblástur frá, hvussu yvirtónarnir í klokkuspælinum draga fram sonnu náttúruna í klokkunum. Um tú ikki fært uppliva vøkru yvirtónarnar úr klokkuspælinum á middegi mikudagin, fært tú møguleikan hósdagin, fríggjadagin og eisini leygardagin.

 

14:00
Takeover
SMS
Takeover

Tey, ið framføra

Føroyskar kvinnur

 

Tema: Røtur

Hugsjónin handan Norðurlendsku Tónleikadagarnar 2021 er at skapa serstakar sýningar og framførslur við sterkum sambandi við føroyska mentan,  røtur og søgu. Í hesi framførslu, Takeover eftir Anna Kolfinna Kura, eru tað føroyskar kvinnur úr  ymiskum ættarliðum, ið framføra og sum fara at tosa í ymiskum tíðarhvarvum. Verkið viðger hvussu tíðir skifta, hvussu leiklutur kvinnunar í samfelagnum broytist, hvussu vitan verður borin víðari til næsta ættarlið og sambandið millum hesar ymisku kvinnur.
Úrslitið av verkinum er ein máttmikil men eisini viðbrekin halgiløta við ráum, vøkrum og óbrýndum ræddar landslagi.

 

 

19:30
Kingo Sangarar
The Nordic House

Programme

Tey leikandi
Kingo Singers úr Tjørnevik
Susanna Syrjäläinen, cello
Sini Koskelainen, sangari

  • Nýtt verk eftir Mari Sainio (FI)

 

 

Røtur

Gomul siðvenja møtir samtíðini tá eitt nýtt verk saman við Kingo Sangarunum hevur heimspremieru í Tórshavn hetta leygarkvøldið.  Kingo sangur er serstakur føroyskur sálmasangur.  Navnið stavar frá danska sálmaskaldinum Thomas Kingo, ið hevur yrkt sálmarnar, ið verða sungnir á heilt serstakan hátt.

Í nýggja verkinum eftir finska tónaskaldið Mari Saino, er ymiskar stílgreinir og siðvenjur blendaðar saman, føroyskir sálmar, Kingo sangur, elektronikkur, cellospæl við Susanna Syrjäläinen og sangur við Sini Koskelainen.

Kom og hoyr hvussu ymiskur sangur og tónleikaligar siðvenjur indisliga verða blandaðar saman.