Skip to main content

NTD útbúgving

Fara børn og ung at luttaka
Children with piano

Í fleiri ár hava Norðurlendsku Tónleikadagarnir lagt dent á, at fáa børn og ung við í tilgongdina at skapa samtíðar list og tónleik.

Áðrenn og undir festivalinum í Føroyum, fara yrkis listafólk at standa fyri ljóð og tónleika verkstovum við føroyskum børnum og ungum og lærarum teirra í fólkaskúlum, miðnámsskúlanum Glasir og Tórshavnar Musikkskúla.

Í onkrari  verkætlan fara næmingarnir at skapa tónleik, installatiónir og ljóð gongutúrar í býnum, í øðrum fara tey at smíða og framføra sín egna tónleik. Aðrastaðni fara tey, útfrá høvuðsevnunum á festivalinum,  at viðgera og práta um listarliga týdningin av at frambera ljóð og tónleik og samfelagsligu ágóðarnar av tónleiki.

Hetta, at ung føroysk og norðurlendsk listafólk hittast, fer vónandi at seta síni spor og sáa okkurt fræ, ið skapar gróðrarlíkindi fyri framtíðar tónaskøldum.

Lesið um fyrstu verkstovurnar, sum vera í Tórshavn í September 2020

 

Seminar fyri Norðurlendsk tónaskøld

Hvussu sær kreativa menningin út og hvussu fært tú, sum tónaskald, lætt um hesa?

Norðulendsku tónleikadagarnir fara á festivalinum eisini at skipa fyri einum seminari um frálæru í kompositión. Seminarið leggur dent á frálæruhættir og amboð at brúka við longri varandi lærara/næminga sambandi. Hvussu kanst tú viðurkenna kreativu menningina hjá einum bólki ella einstøkum næmingi, og hvussu fært tú stuðla hesi.

Á seminarinum fara tónaskøld við sera ymiskum og breitt fevnandi royndum innan undirvísing, at greiða frá dømum um teirra undirvísingarhættir. Daniel Fladmose (DK), Sanna Ahvenjärvi og Markku Klami (FI), Lil Lacy (DK), Bente Leiknes (NO) o.o. fara at skifta orð um hugsannir um analysu og kompositión, improvisatión og kompositión, frálæru og kompositión og royndir við tónleika kompositión í undirvísingar ætlanini. Fleiri lærarar á Musikkskúlanum í Havn fara eisini at luttaka á seminarinum.

Tíð og stað:

Dagur: Fríggjadag 3. september 2021

Tíð: 9.00 - 15.30

Stað: Tórshavnar Musikkskúli, Landavegur 84, 100 Tórshavn

Luttøka:  Seminarið er ókeypis

Atgongumerki og skráseting 

Tú kanst skráseta teg til luttøku á  seminarinum um frálæru í kompositión á telduposti kgd@komponistforeningen.dk

Avmarkað pláss eru, so bílegg frammanundan.